KAPPING: Atlantic Airways elskar summarið, og vit gera okkara til, at summarið bæði í Føroyum og uttanlands verður stuttligari☀️
Deil tínar bestu løtur hetta summarið á Facebook ella Instagram, og tú hevur møguleika at vinna atgongumerkir til festivalarnar næsta ár og SÓL-ferðaseðlar.
Tað einasta, tú skal gera fyri at vera við í kappingini, er at leggja mynd(ir) á Facebook ella Instagram frá einum av festivalunum, ið Atlantic Airways stuðlar og skriva #ATLANTICSUMMAR18
Tú kanst eisini brúka #ATLANTICSUMMAR18 til myndir frá einari ferð við okkum í summar ✈️
VINNINGAR:
- 2 x atgongumerkir til Voxbotn 2019
- 2 x atgongumerkir til G 2019
- 2 x atgongumerkir til Tórsfest 2019
- 2 x atgongumerkir til Summarfestivalin 2019
- 2 x ferðaseðlar til eitt SÓL-ferðamál
Vit velja vinnandi myndirnar 29. august 2018, og vinnarin fær beinleiðis boð.
GG! Við at luttaka í kappingini, gevur tú okkum loyvi til at brúka tína mynd(ir) á sosialu miðlunum hjá Atlantic Airways.